Málið um heilsutrygdargjald endar í rættinum

Málið um heilsutrygdargjald endar í rættinum
Í løtuni rinda føroyingar, sum sigla í Noregi, bæði til Heilsutrygd og Folketrygd í Noregi
 
01.05.2020 - 13:45

Føroya rættur skal taka avgerð í málinum um føroyskar sjómenn, sum sigla við norskum skipum, og rinda til norska Folketrygd og til Heilsutrygd í Føroyum.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í løgtinginum fyrrapartin, tá hann svaraði einum skrivligum fyrispurningi frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni.

Málið hevur verið umrøtt í fleiri ár, tí menninir vilja sleppa undan at rinda tvey gjøld.

Kærunevndin gjørt niðurstøðu

Kærunevndin hevur sagt, at menn, sum sigla í Noregi, og sum rinda til Folketrygd, eiga ikki eisini eiga at rinda til Heilsutrygd í Føroyum.

Hóast tað, so er málið ikki avgreitt, hóast nógva umrøðu.

Í heyst gjørdi Heilsutrygd av at fara í rættin við málinum,  so greiði fæst á málinum.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði í løgtinginum, at málið framvegis verður fyrireikað, men tað er ikki lagt fyri rættin enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858