Nú fáa 3.377 fólk lønarískoyti úr ALS

Nú fáa 3.377 fólk lønarískoyti úr ALS
Higartil eru goldnar okkurt um 55 mió. kr. í lønarískoyti
 
01.05.2020 - 12:57

Fólk, sum verða søgd úr starvi nú, kunnu vera í lønarískoytisskipanini hjá ALS í uppsagnartíðini, ella í mesta til 30.juni, tá skipanini eftir galdandi lóg heldur uppat.

Nú eru 3.377 fólk á lønarískoytisskipanini. Tey hava verið stívliga 4000. Men nøkur eru farin aftur til arbeiðis. Og nøkur eru farin í arbeiðsloysisskipanina.

Higartil eru goldnar okkurt um 55 mió. kr. í lønarískoyti. Næsta útgjald verður mikudagin.

Ferðavinnan 800 fólk

Ferðavinnan hevur stívliga 800 fólk í lønarískoytisskipanin. Fleiri eru vorðin arbeiðsleys seinastu vikurnar.

Annars plagdi arbeiðsloysið at minka hesa ársins tíð.

Nú eru 413 arbeiðsleys skrásett hjá Als.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964