Nýggjur stjóri á Heilsuskúlanum

Nýggjur stjóri á Heilsuskúlanum
Vivie Kirke Davidsen tekur við starvinum 1. juni
Vivie Kirke Davidsen er nýggjur stjóri á Heilsuskúlanum
 
01.05.2020 - 15:21

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur í dag sett Vivie Kirke Davidsen í starvið sum skúlastjóri á Heilsuskúla Føroya frá 1. juni.

Vivie Kirke Davidsen er 43 ára gomul. Hon hevur útbúgving sum cand.scient í Human Nutrition frá universitetinum í Keypmannahavn og bachelor í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum.

Vivie Kirke Davidsen hevur eisini tikið diplomútbúgving í leiðslu á Glasi.

Hon hevur starvast sjey ár á umhvørvisøkinum hjá Tórshavnar kommunu og seinastu trý árini á Umhvørvisstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819