Klárt at flyta í konsulátið í Nuuk

Klárt at flyta í konsulátið í Nuuk
Amerikanska konsulátið fer at halda til í húsinum hjá Arktisk kommando
 
05.05.2020 - 09:05

So skjótt sum loyvt verður at ferðast aftur til Grønlands, flytur amerikanski sendiharrin í konsulátið í Nuuk.

Og konsulatið er í húsinum hjá Arktisk kommando. 

Danska verjan vil ikki upplýsa, um USA skal gjalda húsaleigu, ella um amerikanarnir sleppa at fara um alt húsið, skrivar KNR.

Sendiharrin eitur Sung Choi, og afturat sær hevur hann seks fólk. 

Vil ikki upplýsa leigumál

Trine Bramsen, verjumálaráðharri, vil ikki geva KNR upplýsingar um leigumálið hjá amerikonsku sendistovuni.

Men við miðilin Altinget sigur Kim Jesper Jørgensen, ovasti í Arktis kommando, at amerikanarnir sleppa bara at vera í skrivstovunum í húsinum hjá Arktis kommando. Teir sleppa ikki í rakstrarmiðstøðina hjá Arktis kommando. 

USA hevði sendistovu í Grønlandi frá 1940 til 1953. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010