Hasfjord í sigling í morgin

11.05.2020 - 12:59
AktueltSamfelag
Hasfjord í sigling í morgin
Ferðaætlanin verður kunngjørd í dag, og siglt verður fýra dagar um vikuna
 

Hasfjord, sum Strandferðslan keypti úr Noregi til farmasigling um Skopunarfjørð, fer nú loksins í sigling.

Farmaferjan fer í fyrstu atløgu at sigla fýra dagar um vikuna, týsdag til fríggjadag, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

- Hasfjord kann sum er ikki sigla meira enn fýra dagar um vikuna, tí farmaferjan hevur bara ta einu manningina, sigur Hilmar Eliasen.

Royndarsiglt um vikuskiftið

Strandferðslan hevur um vikuskiftið siglt nakrar royndartúrar við tungum farmi um Skopunarfjørð, og skipið er nú klárt at seta í sigling.

Hasfjord varð keypt úr Noregi miðskeiðis í desember í fjør fyri 10 milliónir, og ferjan kom til Føroya í februar.

Tá royndarsiglingin varð liðug, vísti tað seg, at neyðugt var at seta nýggja róðurmaskinu í, so farmaferjan kann manurera betur.

Endaliga ferðaætlanin hjá Hasfjord verður kunngjørd seinnapartin.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558