Tryggingarfeløgini skulu sjálvi taka munin burtur

Tryggingarfeløgini skulu sjálvi taka munin burtur
Samgongan í Vinnunevndini mælir frá at samtykkja trý andstøðuuppskot
Pensjónsfeløgini arbeiða við broytingum, sigur meirilutin í Vinnunevndini
 
12.05.2020 - 13:35

Samgongan vil, at tryggingarfeløgini sjálvi taka burtur munin millum eftirlønina hjá kvinnum og monnum.

Kvinnur fáa minni um mánaðin enn menn, tí tær liva longri, verður sagt.

Ikki færri enn trý uppskot eru í løgtinginum um, at kvinnur og menn skulu fáa tað sama.

Javnaðarflokkurin hevur eitt broytingaruppskot.Tjóðveldi og Framsókn hava hvørt sítt uppskot til samtyktar. Uppskotini hava øll aðru viðgerð í tinginum 20.mai.

Minnilutin í Vinnunevndini, Johan Dahl, Jákup Mikkelsen og Beinir Johannesen, sigur, at pensjónsfeløgini arbeiða við broytingum, sum skulu tryggja, at munur ikki verður gjørdur á kvinnum og monnum.

Tað skulu pensjónsfeløgini hava loyvi til, siga samgongumenninir, sum mæla tinginum frá at samtykkja andstøðuuppskotini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858