Jupiter verður seldur til Northwest Pelagic

Jupiter verður seldur til Northwest Pelagic
Skipið verður selt, tí Tróndur í Gøtu kemur nú aftur í vinnu
Alt bendir á, at Northwest Pelagic keypir Jupiter frá Varðanum
Mynd: Varðin  
 
13.05.2020 - 16:21

Varðin í Gøtu og Northwest Pelagic í Kollafirði leggja í hesum døgum síðstu hond avtalu um, at Northwest Pelagic skal keypa uppsjóvarskipið Jupiter frá Varðanum

Tað váttar Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum, fyri Kringvarpinum. 

Sambært stjóranum verður sølan væntandi endalig mánadagin, men enn eru ymisk viðurskifti, ið skulu avgreiðast, m.a. søluprísur, og nær skipið verður latið nýggja eigaranum. 

Tróndur aftur í vinnu

Jupiter verður seldur, tí Tróndur í Gøtu er um at verða liðugt umvældur, eftir at gearið á skipinum fór fyri níggju mánaðum síðan. 

Varðin leigaði í fyrstu atløgu Gitte Henning at fiska kvoturnar hjá Tróndi í Gøtu. Reiðaríið avgjørdi at keypa Gitte Henning í august í fjør.

Men nú Tróndur í Gøtu fer aftur í vinnu, hevur felagið eitt skip til avlops,  og tí verður Jupiter seldur. Loyvið hjá Jupiter verður flutt á eitt av hinum skipunum hjá Varðanum.

Norðhavið verður selt

Northwest Pelagic í Kollafirði eigur frammanundan Norðhavið, ið er gamla Atlantsfarið.

Jógvan M. Ferjá, stjóri í Nortwest Pelagic, sigur við heimasíðuna JN.fo, at ætlanin er at selja Norðhavið í Afrika, har tað er til fiskiskap. 

Umframt Trónd í Gøtu, Gitte Henning 1 og Jupiter, eigur Varðin eisini uppsjóvarskipini Finn Fríða og Tummas T.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010