Søkja eftir skipara til Jákup Sverra

Søkja eftir skipara til Jákup Sverra
Korona ger, at nýggja havrannsóknarskipið verður seinkað
Nýggja havrannsóknarskipið verður seinkað
 
13.05.2020 - 15:07

Havstovan søkir nú eftir skipara til nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverra.

Skiparin hevur høvuðsábyrgdina av skipinum. Viðkomandi skal hava skipsføraraútbúgving, og stórur dentur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur fiskiroyndir við trolara og royndir undir Føroyum, stendur í lýsingini frá Havstovuni.

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Skipara- og navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 2. juni.

Seinkaður

Jákup Sverri, sum verður gjørdur liðugur á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála, skuldi eftir ætlan latast 1. juni, men viðurskiftini í sambandi við korona gera, at skipið verður ikki klárt at lata eigarunum fyrr enn seinni í summar.

Skrokkurin er smíðaður á skipasmiðju í Litava. Sáttmálaprísurin er 276 milliónir kr. 

Fyrstu tíðina fara Magnus Heinason og Jákup Sverri at gera fiskiroyndir saman. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585