Framvegis óvissa um flúgvingina

Framvegis óvissa um flúgvingina
SAS selur ferðaseðlar til Føroya frá 1. juni, men enn er ógreitt, nær flúgvingin verður tikin uppaftur
 
14.05.2020 - 13:10

Hóast SAS selur ferðaseðlar til Føroya frá 1.juni at rokna, er ikki harvið sagt, at SAS byrjar at flúgva aftur til Føroya 1.juni.

SAS hevur onga avgerð tikið um flúgvingina til Føroya, men vónandi byrjar hon aftur sum skjótast, sigur Sille Beck-Hansen hjá SAS.

Hon sigur, at tey hava ferðaseðlar til sølu á nøkrum leiðum fyri at vita, hvussu stórur eftirspurningurin er.

Føroya-rutan hevur týdning

Sille Beck-Hansen sigur, at flúgvingin til Føroya er sera týdningarmikil fyri SAS.

Hon byrjar aftur, men nær tað verður, er óvist enn.

Keypir onkur ferðaseðil til 1.juni til dømis, men eingin flúgving verður tann dagin, fær viðkomandi pengarnar aftur.

SAS hevur ikki flogið til Føroya nú í tveir mánaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585