Sleppa ikki at brúka Huawei sum veitara

Sleppa ikki at brúka Huawei sum veitara
Ríkispolitiið góðtekur ikki kinesiska veitaran, tí tað er ein vandi fyri trygdina
 
15.05.2020 - 13:02

Føroya Tele sleppur ikki at brúka Huawei sum veitara til nýggja netið hjá løgregluni í Føroyum. Nýggjur veitari er Ericsson. 

Tað stendur í skrivi, sum Ríkispolitiið hevur almannakunngjørt. 

Tað var annars á vári í fjør, at Føroya Tele kunngjørdi, at felagið hevði vunnið útboðið at veita eina nýggja samskiftistænastu til politiið í Føroyum. Og møguleiki skuldi verða at knýta øll lið í tilbúgvingini upp í tænastuna. 

Veitari av fjarskiftistøknini til politinetið skuldi vera Huawei. 

Men Ríkispolitiið hevur nú almannakunngjørt, at Føroya Tele sleppur ikki at brúka Huawei sum veitara til politinetið í Føroyum, tí tað er til vanda fyri trygdina. 

Endað á amerikanskum lista

Orsøkin er, at Huawei er endað á amerikanska Entity-listanum. Hetta er ein listi yvir persónar, feløg, stovnar og virki, sum skulu veita serligar váttanir til amerikansku ríkisstjórnina, fyri at útflyta ella flyta vørur og tænastur. 

Tað hevur Huawei, sambært skrivinum frá Ríkispolitinum, ikki megnað. Sostatt kann Ríkispolitiið heldur ikki brúka kinesiska fjarskifitisrisan sum veitara. 

Í almenna skrivinum stendur: "Efter optagelse på USA's Entity List kan Huawei ikke længere levere de krævede licenser, hvorfor Føroya Tele er nødt til at skifte underleverandør for at kunne opfylde kontrakten."

Michael Boolsen, fúti, váttar, at Huawei er vrakað sum veitari til politinetið, og at tað er orsakað av vandanum fyri trygdini. 

Fútin vísir annars til Ríkispolitiið. 

Eftir ætlan skal nýggja politinetið takast í brúk í ár. Nýggjur veitari til politinetið í Føroyum er svenska felagið Ericsson. 

Tilboðið hjá Føroya Tele at byggja nýggja politinetið var hálvfjórða millión krónur. 

Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá bæði Ríkispolitinum og stjóranum á Føroya Tele. Men tað hevur ikki eydnast.

Sí almenna skrivið frá Ríkispolitinum, um at Føroya Tele skal brúka Ericsson sum veitara, her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585