Alment innlit kann skaða virksemið

Alment innlit kann skaða virksemið
Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi, um at innlitslógin eisini skal vera galdandi fyri almenn partafeløg
Føroya Tele er eitt av partafeløgunum, sum tað almenna eigur
 
22.05.2020 - 09:00

Tað verður ein stórur skaði hjá almennum partafeløgum, sum kappast við onnur feløg, um innlit fæst í virki teirra.

Tí tekur samgongan ikki undir við uppskotinum til samtyktar hjá Tjóðveldi um, at lógin um innlit í fyrisitingina eisini skal vera galdandi fyri almenn partafeløg. 

Samgongan sigur tó, at landsstýrið kann ikki fara uttan um reglurnar um alment innlit og leggja almenna umsiting í eitt alment partafelag. 

Visit Faroe Islands

Um eitt alment partafelag rekur virksemi, sum kann javnmetast við tað virksemi, sum almenna umsitingin rekur, so eigur í lógini um hetta felag at verða ásett, at felagið kemur undir reglurnar um alment innlit. 

Dømi um hetta er almenna partafelagið Visit Faroe Islands. 

Samgongan og meirilutin í Rættarnevndini siga, at í partafelagslógini verður álagt almennum partafeløgum at boða Skráseting Føroya frá øllum týðandi hendingum í felagnum júst tí, at reglurnar um alment innlit ikki eru galdandi fyri feløgini.

Dømi um almenn partafeløg eru Atlantic Airways og Føroya Tele. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585