Føroya rættur: Hvørki neyðtøka ella tvingsil

Føroya rættur: Hvørki neyðtøka ella tvingsil
Triði persónurin er dømdur eitt árs treytaleysa fongsulsrevsing fyri onnur kynsling brotsverk
Føroya rættur hevur dømt í einum máli um samlegu og annað kynsligt samband
 
25.05.2020 - 16:18

Tað var hvørki neyðtøka ella tvingsil, tá trý fólk fyri nøkrum árum síðani høvdu samlegu og annað kynsligt samband við eina unga gentu í einum morgunballi.

Tað er niðurstøðan hjá Føroya rætti, sum hevur dømt í málinum. Rætturin heldur ikki, at gentan var so illa fyri, at hon ikki kundi seta seg upp ímóti hendingini, og tí vórðu tey trý fólkini fríkend.

Rúsevnið Ritalin var uppií, tá hendingin fór fram, og tí fingu tvey av fólkunum eina bót uppá 3.000 krónur, eftir lógini um rúsevni.

Treytaleysa fongsulsrevsing

Tann triði varð dømdur eitt árs treytaleysa fongsulsrevsing fyri onnur kynslig brotsverk.

Talan var m.a. um blygdanarskemd á snapchat. Hann hevði eisini í tveimum førum roynt at fáa samlegu við børn og ung, við at gjalda fyri tað. Og í einum føri hevði hann roynt at fáa samlegu við eina gentu, sum var so ávirkað, at hon ikki kláraði at seta seg upp ímóti hendingini.

Maðurin fekk eitt árs treytaleysa fongsulsrevsing, og hann skal rinda gentuni 20.000 krónur fyri tort og sviða, gjørdi Føroya rættur av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585