Havstovan søkir eftir nótaskipi

Havstovan søkir eftir nótaskipi
Makrelstovnurin verður kannaður í summar, og 1900 tons av makreli eru sett av at fíggja rannsóknirnar
Rannsóknirnar eru partur at kanning, sum Føroyar, Ísland og Noreg gera í felag
 
25.05.2020 - 15:44

Havstovan søkir nú eftir nótaskipi at gera vísindaligar rannsóknir av makrelstovninum í summar. 

Hetta er partur av kanning, sum Føroyar, Ísland og Noreg gera í felag. 

Rannsóknirnar verða fíggjaðar við granskingarkvotu, og upp í 1900 tons eru sett av at fíggja rannsóknirnar.

Kvotan kann fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verður latin sum eginkvota, sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi. 

Sigla 1. juli

Rannsóknirnar verða frá 29. juni til 24. juli í ár. Fyrstu dagarnir verða brúktir til fyrireikingar, og væntandi verður siglt 1. juli. 

Skipið skal bera útreiðslurnar, sum Havstovan hevur í sambandi við makrelkanningarnar í summar. Tær verða mettar til umleið 600.000 kr. 

Útreiðslurnar eru til ymsa útgerð í sambandi við kanningarnar, umframt útreiðslur hjá Havstovuni í sambandi við sigling og til at viðgera dátur og sýn, sum verða tikin umborð.

Endaligu úteiðslurnar verða gjørdar upp eftir túrin. 

Freistin at søkja er 3. juni, sigur Havstovan. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585