Breddin: Letur alt samfelagið uppaftur?

bannari
28.05.2020 - 14:40
AktueltSamfelag
Breddin: Letur alt samfelagið uppaftur?
Bíðað verður í spenningi eftir tíðindafundinum í morgin
Tíðindafundur verður aftur í morgin, og í Breddanum í dag fer politiskur viðmerkjari at greina støðuna
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 

Fara Føroyar at lata heilt upp eftir tíðindafundin í morgin?

Politiskur viðmerkjari fer at greina støðuna, nú løgmaður hevur boðið til tíðindafund í morgin klokkan 11 um hjálparpakka 3, og hvussu Føroyar lata enn meira upp.

Verður hetta seinasti tíðindafundurin av hesum slagnum, og sleppa ferðafólk nú til Føroya, eru nakrir av spurningunum, ið vit fara at umrøða í Breddanum.

Hongkong og gávufæ

Verða talufrælsið og onnur frælsisrættindi nú avmarkað í Hongkong?

Ófriður er kyknaður aftur í Hongkong, eftir at Kina hevur samtykt eina trygdarlóg, sum eitt nú loyvir kinesisku fregnartænastuni at handhevja lógina í Hongkong

Í gjár bórust boðini um, at Barbara í Gongini hevur fingið gávufæ frá Statens Kunstfond í Danmark. 

Vit tosa við sniðgevan um kynspolitikk, burðardygd og hvat gávufæið skal brúkast til.

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Góðan morgun Føroyar 07.07.2020
111069
Mánadag 6. juli
Skála bløðir
111066
Mánadag 6. juli
Góðan morgun Føroyar 06.07.2020
111027
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. juli
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Mánadag 29. juni
3-2
110811
Sunnudag 28. juni
Andakt við Jákupi N. Olsen
110748
Sunnudag 28. juni
Møti úr Kedron í Sørvági
110743