ALS-stýrið skal viðgera innlitsumbøn av nýggjum

bannari
ALS-stýrið skal viðgera innlitsumbøn av nýggjum
Higartil hevur ALS noktað innlit, tí talan kann verða um brot á persónsupplýsingarlógina
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu
 
29.05.2020 - 09:33

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur biðið Als um at viðgera av nýggjum avgerðina um ikki at geva innlit í, hvørjar fyritøkur brúka lønarískoytisskipanina.

Als er biðin um at kanna, um meirinnlit kann latast í tann mun, tað ber til. 

Helgi Abrahamsen hevur svarað Beintu Løwe, løgtingskvinnu, sum spurdi, um almenningurin og fjølmiðlar fáa at vita, hvørjar fyritøkur brúka hjálparpakkarnar hjá landinum.

Stýrið hjá Als fer at viðgera áheitanina frá landsstýrismanninum á næsta fundi sínum. 

Persónsupplýsingar

Grundgevingin hjá Als fyri ikki at geva innlit er tann, at verður navnið hjá fyritøkuni nevnt, ber eisini til at eyðmerkja fólkini, sum fáa lønarískoyti.

Tað er brot á persónsupplýsingarlógina.

Men møguliga gera somu atlit seg ikki galdandi fyri fyritøkur, sum hava fleiri enn til dømis fimm ella 10 starvsfólk, sigur Helgi Abrahamsen í svarinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585