HB ovast á fótbóltstindinum

HB ovast á fótbóltstindinum
HB legði seg fremst í Betrideildini við 4-2 sigri í grannauppgerðini og toppdystinum móti B36 í Gundadali. Í Norðragøtu misti Víkingur týðandi stig
Tvífaldi málskjúttin, René Shaki Joensen, fegnast saman við viðhaldsfólkum
Mynd: Rakul Hansen/HB  
 
01.06.2020 - 15:29

Pætur Petersen og René Shaki Joensen skutu tvey mál í part í 4-2 sigri hjá HB í oddabrakinum móti B36 í dag.

HB, sum ikki tóktiskt stórvegis darvað av, at Adrian Justinussen ikki var á vøllinum, legði seg sostatt einsamalt á fyrsta pláss í Betrideildini við 15 stigum.

Teir reyðsvørtu fingu eina dreymabyrjan í grannauppgerðini. Bert 10 minuttir vóru spældir, tá Pætur Petersen kundi skjóta bóltin í opið mál.

Lítla løtu seinni var nær við, at HB økti um leiðsluna, men í staðin javnaði B36, tá Alex Mellemgaard umsetti brotsspark til mál.

Málveitsla í seinna hálvleiki

Í seinna hálvleiki byrjaði HB sum eitt óløgi, men tað var B36, sum legði seg framum, tá 56 minuttir vóru spældir. Michal Przybylski varð málskjúttin, tá hann brádliga gjørdist leysur.

Fýra minuttir seinni javnaði HB, tá Heðin Hansen skallaði bóltin innfyri, og Pætur Petersen var fyrstur á. B36 var als ikki við í dystinum hesa løtuna, og tað kostaði aftur lítla løtu seinni, tá René Shaki Joensen skeyt HB framum.

Reytt kort til Alex Mellemgaard

Var uppgávan hjá B36 torfør frammanundan, gjørdist hon verri, tá Alex Mellemgaard varð vístur av vølli. Árstalsfelagið royndi við 10 monnum, og tað var nær við, tá sjey minuttir vóru eftir at spæla. Bólturin fór í málið eftir deyðbólt, men dómarin dømdi fríspark til Teit Matras Gestsson í HB-málinum. 

Í staðin økti René Shaki Joensen til 4-2 í evstu løtu og avgjørdi dystin endaliga fyri HB.  

Víkingur dragnar og TB fekk síni fyrstu stig

Víkingur hevði stórar trupulleikar av TB í Sarpugerði. Útiliðið hevði bestu møguleikararnar í fyrra hálvleiki, og steðginum  var málleyst.

Í seinni hálvleiki batnaði støðan hjá heimaliðnum lítið. Tað var langt millum góðu møguleikarnar, og tá ein kom seint í dystinum, eydnaðist ikki at umseta til mál.

Tríggir dystir eftir

Tríggir dystir eru eftir at spæla í 5. umfari. Klokkan 17.00 er grannauppgerð á Skála, har NSÍ er á vitjan. Klokkan 19.00 tekur AB ímóti KÍ, og í morgin er dystur í Fuglafirði millum ÍF og EB/Streym.

B36 - HB, 2-3
0-1 Pætur Petersen, 10 min.
1-1 Alex Mellemgaard, 18 min. (br.)
2-1 Michal Przybylski, 56 min.
2-2 Pætur Petersen, 61 min.
2-3 Rená Shaki Joensen, 65 min. 
2-4 René Shaki Joensen, 90+3 min. 

Víkingur - TB, 0-0

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010