Hasfjord kostaði minni enn mett

03.06.2020 - 13:18
AktueltSamfelag
Hasfjord kostaði minni enn mett
Nú samlaði kostnaðurin fyri skipið er gjørdur upp, kostar tað landskassanum 8,5 milliónir krónur
Hasfjord skal sigla tungan farm um Skopunarfjørð, til Sandoyartunnilin er liðugur við ársenda í 2023
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 

Tá avtornaði kostaði ferjan Hasfjord 1,5 millión krónur minni, enn løgtingið og Strandferðslan roknaðu við.

Upprunaliga játtaði løgtingið 10 milliónir krónur til at keypa Hasfjord fyri.

Ferjan, sum er bygd í Noregi í 1975, varð í vetur keypt til farmaskip at brúka í sigling um Skopunarfjørð.

Greitt varð beinanvegin, at umvælingar skuldu gerast við skipið, áðrenn tað kundi setast í sigling. 

8,5 milliónir

Nú samlaði kostnaðurin fyri skipið er gjørdur upp, kostar tað landskassanum 8,5 milliónir krónur. Sjálvur keypsprísurin var 4,5 milliónir krónur. 

Fakfólk mettu umvælingararbeiðið at kosta umleið 3,5 milliónir, og henda metingin vísti seg at halda. 

Eisini skuldi Hasfjord hava nýtt róður, og tað arbeiðið kostaði stívliga eina hálva millión tilsamans.

- Tí er samlaði, beinleiðis kostnaðurin fyri Hasfjord umleið 8,5 milliónir krónur, upplýsir Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

Hasfjord fór í sigling um Skopunarfjørð 12. mai, og skipið skal ætlandi vera í sigling, til Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu við ársenda í 2023.
 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. juli
Skála bløðir
111066
Mánadag 6. juli
Góðan morgun Føroyar 06.07.2020
111027
Sunnudag 5. juli
Frá stríðsárunum (1:15)
110841
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. juli
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Mánadag 29. juni
3-2
110811
Sunnudag 28. juni
Andakt við Jákupi N. Olsen
110748
Sunnudag 28. juni
Møti úr Kedron í Sørvági
110743