Landbúnaður og reyðæti í tinginum í dag

Landbúnaður og reyðæti í tinginum í dag
Tingfundurin byrjar klokkan 11
Fleiri atkvøðugreiðslur vera í tinginum í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.06.2020 - 09:12

Løgtingið fer í dag at biðja landsstýrið um at gera ein landbúnaðarpolitikk.

Tað óvanliga við hesum er, at tingið er samt um eitt uppskot, sum er komið úr andstøðuni.

Høgni Hoydal og Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi høvdu uppskot til samtyktar um at seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum. Vinnunevndin gjørdi broytingaruppskot, sum øll í nevndini eru samd um.

Sambært tí skal løgtingið biðja landsstýrið um at gera ein landbúnaðarpolitikk, sum er ítøkiligur og realistiskur.

Dentur skal leggjast á at brúka bø og haga burðardygt og menna føroyskar landbúnaðarvørur.

Framleiðslukrøv skulu setast festarum, og krøv skulu setast um útbúgving.

Landsstýrið skal, sambært løgtinginum, koma við lógaruppskoti, sum skal fremja settu málini fyri landbúnaðin komandi 10 árini.

Føroyskt sum rættarmál

Atkvøðast skal eisini um tvey onnur mál um málið á tingfundinum í dag.

Annað er uppskot til samtyktar, um at føroyska málið skal vera rættarmál burturav, og hitt er uppskot til samtyktar um at styrkja støðuna hjá føroyskum í Føroyum.

Annað uppskotið er frá Tjóðveldi og hitt frá Framsókn, og samgongan mælir frá at samtykkja tey.

Samgongan mælir eisini frá at samtykkja tvey uppskot um at broyta lógina um barsilsskipanina.

Javnaðarflokkurin eigur annað uppskotið og Tjóðveldi hitt.

Reyðæti

Men løgtingið er samt um at biðja um frágreiðing um royndirnar eftir reyðæti við Føroyar og, hvussu útlitini eru fyri varandi vinnuligum fiskiskapi eftir reyðæti í føroyskum sjógvi.

Henrik Old í Javnaðarflokkinum eigur uppskotið til samtyktar, og øll Vinnunevndin tekur undir við honum. 

Tingfundurin í dag byrjar kl.11.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010