Semingsroyndin heldur fram

Semingsroyndin heldur fram
Enn er langt millum partarnar, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, um semingsroyndina millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar
Semingsmenninir taka semingsroyndina uppaftur klokkan 10
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.06.2020 - 09:38

Nú klokkan tíggju halda samráðingarnar fram millum Semingsstovnin, tey fimm arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið. 

Samráðingar vóru í 12 tímar í gjár og í gjárkvøldið.

Enn er langt millum partarnar, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Stóri spurningurin er, um covid-19 skal ávirka lønina.   

Slitnaðu 26. mai

Seinnapartin 26.mai slitnaðu samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag. 

Boð vórðu tá send eftir Semingsstovninum.

Semingsstovnurin og partarnir samdust um at leingja sáttmálarnar til í annaðkvøld, 4.juni, á midnátt.

Sáttmálarnir vóru galdandi til 1.mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652