Færri við blóðflokki 0 gerast álvarsliga sjúk

bannari
05.06.2020 - 15:49
AktueltÚtheimurin
Færri við blóðflokki 0 gerast álvarsliga sjúk
Umfatandi gransking hevur staðfest samband millum blóðflokkar og sannlíkindini fyri at fáa lungnasjúkur hjá fólki, ið eru smittað við COVID-19
 

Granskarar í fleiri londum, millum annað í Noregi, hava kannað blóðroyndir frá nærum 2.000 koronusjúklingum í Italia og Spania.

Ein av týdningarmiklastu finningunum, sum greiningarnar vístu, er, at færri álvarsliga sjúk fólk høvdu blóðflokk 0. Tað skrivar norska kringvarpið, NRK.

Fyrsta kanningin í heiminum

– Tað er ein verja, at hava blóðflokk 0, sum sigur, at tú hevur 30 prosent minni møguleika fyri at gerast álvarsliga sjúkur, um tú hevur blóðflokk 0, sigur Johannes Hov, sum hevur skrivað frágreiðingina.

Kanningin er hin fyrsta í heiminum, sum avdúkar tvær arvaeindir, sum elva til álvarsligu lungnasjúkuna hjá sjúklingum við koronu, skrivar lærdi háskúlin í Oslo í tíðindaskrivi.

Hetta er sera, sera stórt. Finningin av hesum báðum arvaeindunum varpar óvæntað ljós á, hvussu álvarslig lungnasjúka í Covid-19-smittu kann íkoma og menna seg hjá nøkrum sjúklingum, sigur Tor Hemming Karlsen, granskari.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
Ein táttur er silvur 2.partur
111175
Hósdag 9. juli
Nón 9. juli 2020
111209
Hósdag 9. juli
Vit meyla og meyla
111184
Hósdag 9. juli
Góðan morgun Føroyar 09.07.2020
111177
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. juli
Hvalbiartunnilin skotin ígjøgnum
111104
Týsdag 7. juli
3-2
111099
Hósdag 2. juli
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938