Steðga royndum við koronuheilivági

bannari
Steðga royndum við koronuheilivági
Granskarar hava gjørt av at taka aftur royndir sum eru gjørdar við malariaheilivági ímóti koronu
Ov nógv ivamál eru við heiliváginum, hydroxyklorokin, til at fleiri royndir kunnu gerast, siga tríggir granskarar
Mynd: AP  
 
05.06.2020 - 11:03

Tað er tíðarritið, The Lancet, sum hevði eina grein um royndirnar, sum nú boðar frá, at úrslitini eru tikin aftur, skrivar tíðindastovan, Ritzau.

Orsøkin skal vera, at kanningarnar vístu, at heilivágurin, hydroxyklorokin, økti um vandan fyri at fólk við koronu, doyðu.

Tríggir granskarar, sum stóðu fyri royndini, siga, at ov nógv ivamál eru, og tí eru teir givnir við royndunum. Fyritøkan, Surgisphere, vil ikki veita tøl til eina óhefta kanning, vísa granskararnir á.

Ætlaðir heilivágsroyndir avlýstar

Malariaheilivágurin er nógv umrøddur sum viðgerð ímóti korona. Millum annað hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, róst heiliváginum, og sigur seg hava tikið heilivágin.

At royndirnar nú eru tiknar aftur, hevur fingið heimsheilsustovnin, WHO, at avlýsa eina roynd við malariaheiliváginum, sum skuldi skipast kring heimin. 

Men WHO sleppur ikki ætlanini um at gera fleiri kanningar við evninum, sigur heimsheilsustovnurin, tí neyðugt er við fleiri kanningum, fyri at fáa staðfest, hvussu heilivágurin virkar, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585