Fótbóltssamband Føroya leingir flytingargluggan

06.06.2020 - 11:57
ÍtrótturFótbóltur
Fótbóltssamband Føroya leingir flytingargluggan
FSF hevur gjørt av at leingja flytingargluggan við tveimum vikum, so føroyskir fótbóltsspælarar nú kunnu skifta felag fram til 27 juni.
 

Upprunaliga skuldi Flytingargluggin lata aftur fríggjadagin 10. juli. 

FSF vísir í avgerðini til fráboðanina frá FIFA um møguleikan at broyta tíðarskeiðið vegna korona. 

Flytingargluggin hjá FSF er opin tvær ferðir um árið og kann vera opin í 16 vikur tilsamans. 

Fyrr í ár var gluggin opin í 10 vikur, og sostatt kundi FSF leingja hetta seinna tíðarskeiðið, so gluggin hesaferð er opin í tvær vikur afturat.

Flytingargluggin er galdandi fyri allar spælarar, sum eru 15 ár og eldri.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Kjakaríið: Heini, Ester og Høgni
111286
Leygardag 11. juli
Miskunnarleysir dagar í Hamburg
111045
Leygardag 11. juli
Føroyingar álopnir úr luftini
111275
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Video: 5mf dreingir, Fjarðastevna 2020
111287
Leygardag 11. juli
Video: 5mf kvinnur, Fjarðastevna 2020
111285
Leygardag 11. juli
Video: 10mf, Fjarðastevna 2020
111283
Leygardag 11. juli
Video: 8mf, Fjarðastevna 2020
111281