Mánadagin verður latið upp fyri ferðafólki

Mánadagin verður latið upp fyri ferðafólki
Ferðafólk úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi skulu vísa váttan um negativa COVID-19-kanning, sum ikki er eldri enn fimm dagar
Ferðafólk skulu vísa negativa koronuváttan, sum ikki er eldri enn fimm dagar
 
10.06.2020 - 11:35

Mánadagin 15. juni verður latið upp fyri ferðafólki úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi. Ferðing úr øðrum pørtum av heiminum er enn avmarkað til føroyingar, sum koma heim, og fólk, ið hava arbeiðsørindi í Føroyum.

Landsstýrið mælir føroyingum til fyribils ikki at ferðast í onnur lond enn tey fimm londini, ið latið verður upp fyri tann 15. juni.

Ferðafólk, sum koma úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi, skulu vísa váttan um negativa COVID-19-kanning, sum ikki er eldri enn fimm dagar. Kravt verður ikki, at fólk, búsett í Føroyum, skulu vísa váttan, tá ið tey koma aftur til landið.

Tað er sera umráðandi, at øll ferðandi til Føroya vísa varsemi á ferðini, og at tey ferðandi, sum nýliga eru komin til landið, eru serliga ansin og fylgja almennu tilmælunum, sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.

Broytt sóttarhald

Kravið um sóttarhald verður sett úr gildi fyri ferðandi úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi. Kemur tú úr øðrum londum enn hesum, verður tó framvegis staðiliga mælt til, at tú fert í sóttarhald í 14 dagar.

Tað er sera týdningarmikið, at øll, sum hava verið uttanlands, lata seg kanna beinanvegin, um illgruni er um smittu, sigur landsstýrið.

Kanningardepil

Landsstýrið ætlar at gera tað lættari hjá hvørjum einstøkum at lata seg kanna. Tí verður í løtuni arbeitt við at skipa ein kanningardepil afturat.

Tað verður koronaráðgevingin, sum fer at skipa nýggja kanningardepilin.

Sjúk og eldri

Landsstýrið sigur, at tað er sera týdningarmikið, at ein verjugarður verður gjørdur um okkara sjúku, eldru og veiku borgarar, tá ið ræður um COVID-19. Heilsuverkið og ávís eldraøki í landinum hava sum er skipanir, har starvsfólkini lættari kunnu lata seg kanna. Arbeitt verður við at víðka hesa skipan til aðrar viðkomandi starvsbólkar, ið eru um sjúk, eldri og veik.

Serskipan til útisiglarar

Umleið 100 útisiglarar koma til Føroya um vikuna. Ein serstøk skipan fyri útisiglarar verður nú sett í verk. Aðalmálið við skipanini er at gera tað lættari hjá útisiglararum at lata seg kanna fyri COVID-19, tá ið teir eru í Føroyum. Við nýggju skipanini slepst undan sóttarhaldinum.   

Landsstýrið fylgir støðugt gongdini, og er neyðugt at endurskoða galdandi skipanir, verður hetta gjørt, sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887