Triði hjálparpakkin lagdur fyri tingið

Triði hjálparpakkin lagdur fyri tingið
Fleiri uppskot eru um stuðul í sambandi við COVID-19
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, eigur tvey av uppskotunum í hjálparpakka 3, sum eru løgd fram í dag
 
10.06.2020 - 16:43

Uppskotið um hjálparpakka 3 er nú lagt fyri tingið. 

Á tingfundinum seinnapartin vórðu fleiri uppskot løgd fram, ið skulu veita stuðul í samband við COVID-19-farsóttina.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, eigur tvey av uppskotunum. Annað er um at eftirgeva Framtak 30 milliónir krónur í láni, so at Framtak kann veita lán til ferðavinnufyritøkur. 

Hitt er eitt uppskot um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19. Uppskotið fevnir um ferðavinnufyritøkur, sum í tíðarskeiðinum 12. mars 2020 til og við 30. juni 2020  hava havt eina afturgongd í umsetninginum upp á í minsta lagi 40 prosent

Fólkapensjónistar og listafólk

Tvey onnur uppskot er eisini um stuðul í samband við COVID-19. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, skjýtur upp at tryggja sjálvstøðug vinnurekandi, ið eru fólkapensjonistar, so tey ikki vera fyri brádligum inntøkumissi vegna koronu

Og Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur lagt fram uppskot um at veita stuðul til listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir í samband við COVID-19. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010