Hjálparpakkin skal setast úr gildi við kunngerð

Hjálparpakkin skal setast úr gildi við kunngerð
Mett verður, at hjálparpakki trý kostar landinum millum 30 og 40 milliónir krónur
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur skotið upp at gera bráðfeingisskipanir at hjálpa tónleikafestivalum, listafólkum og almannagagnligum felagsskapum
 
11.06.2020 - 14:03

Uppskotið um hjálparpakka trý hevur onga sokallaða sólsetursáseting. Ein áseting, sum sigur, hvønn dag lógin fer úr gildi.

Í uppskotinum um lógina um hjálparpakka trý, stendur, at landsstýrismaðurin kann seta løgtingslógina úr gildi við kunngerð.

Men í lógaruppskotinum stendur tó ein avmarking, og hon er 31. august í ár.

Bráðfeingisskipanir

Uppskotið er um at seta í verk bráðfeingisskipanir at hjálpa tónleikafestivalum, listafólkum og almannagagnligum felagsskapum, sum frá 12. mars til 31. august hava avlýst ella útsett tiltøk.  

Sambært uppskotinum hava 44 listafólk fingið lønarískoyti frá Als. Tey hava fingið 82,5 prosent í miðal í løn úr skipanini, so umroknað er talan um 36 fólk í fulltíðarstarvi.

Arbeiðsgevararnir eru 23 í tali. Mett verður, at hjálparpakki trý kostar landinum millum 30 og 40 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012