Henrik Old spyr um grótið í Porkeri

12.06.2020 - 10:25
AktueltPolitikkur
Henrik Old spyr um grótið í Porkeri
Landsverk sigur í nýggjastu frágreiðingini, at tað er munandi bíligari
Henrik Old, løgtingsmaður, hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, fyrispurningin um grótið í Porkeri
 

Hvat hendir við grótbrotinum í Porkeri?

Tann spurningin vil Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hava Jørgen Niclasen, landstýrismann í fíggjarmálum at svara.

Hann spyr, hví landstýrismaðurin onki segði seg vita um, at grótbrotið í Porkeri bleiv niðurlagað, stutt áðrenn anlegg á keiini í Porkeri, sum hava verið nýtt í samband við grótflutning, vórðu tikin niður.

Henrik Old vísir til nýggju frágreiðingina frá Landsverki, har Landsverk sigur, at tey vilja betra um lønsemið, millum annað við at niðurleggja grótframleiðsluna til asfalt í Porkeri, tí tað ber til at keypa tilfar munandi bíligari aðrastaðni.

Henrik Old sigur, at grótið í Porkeri er serliga gott og væl egnað til tað mesta, sum brúk er fyri í Føroyum.

Okkurt ár eru fleiri enn 200.000 tons innflutt av tilfari, og tí heldur Henrik Old, at tað kundi verið skilabetri at útvegað hesi mongu tons úr Føroyum enn úr Noregi.

Hóast grótframleiðslan til asfalt skal niðurleggjast, skal vanlig grótframleiðsla til verandi nýtslu í Suðuroy tó halda fram, skrivar Landsverk í nýggju frágreiðingini.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Tíðindafundur og Dagur og vika
111992
Hósdag 30. juli
Midnáttarsangur
111814
Mikudag 29. juli
Upp á gólv
111810
Mikudag 29. juli
Á ólavsøku 2:2
111809
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
111807