Pensjonistar fáa nú eisini lønarískoyti

Pensjonistar fáa nú eisini lønarískoyti
Fólk, sum eru 67 ár ella eldri og sjálvstøðug vinnurekandi, fáa nú eisini pening úr ískoytisskipanini hjá ALS
 
12.06.2020 - 08:22

Tað stendur í broyttu lógini um lønarískoyti av koronasjúkuni, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, hevur lagt fyri løgtingið.

Løgtingslógin um lønarískoyti er nú eisini galdandi fyri fólk á privata arbeiðsmarknaðinum, yvir 67 ár, sum privatur arbeiðsgevari hevur sent til hús av koronusjúkuni, og fyri sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki fáa rikið sítt virksemi til fulnar av teimum tiltøkum, sum eru sett í verk.

Men tey verða mótroknað í aðrari inntøku, sum tey hava skyldu at upplýsa um, stendur eisini í uppskotinum. Lønarískoytið kann verða skert, um inntøkan fer upp um 17.000 krónur, um mánaðin.

Hámarkið er 27.000 krónur

Fyri hvørja krónu, sum samlaða upphæddin fer upp um 17.000 krónur, um mánaðin, verður lønarískoytið skert við eini helvt.

Fer inntøkan upp um 27.000 krónur, fellur alt lønarískoytið burtur. Til ber eisini at tekna eina sjálvbodna trygging, fyri at tryggja lønarmissin. Tað kostar 3.000 krónur.

Fólk yvir 67 ár koma undir vanligu pensjónina, og tí fáa tey helvtina av vanligu tímalønini, ella 57,69 krónur um tíman, fyri 40 tímar um vikuna. Men kann ikki vera hægri enn skattskylduga inntøkan.

Fáa nú umleið tað sama

Skattskylduga inntøkan fevnir ikki um sosialar pensjónir og arbeiðsmarknaðareftirløn, eftir almannapensjónslógini.

Í viðmerkingunum verður sagt, at lógaruppskotið fer at hava við sær, at sjálvstøðugir vinnurekandi fólkapensjonistar, sum missa inntøku av COVID-19, fara at hava eina tøka inntøku, sum umleið er á hædd við tað, sum fólkapensjonistar, sum onga aðra inntøku hava, fáa.

Ein fólkapensjonistur, sum fær lønarískoyti uppá 57,69 krónur um tíman í ein mánað, fær umleið 9.000-10.000 krónur um mánaðin, stendur í uppskotinum. Uppskotið fær fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012