Danmark fer at lata meiri upp

bannari
Danmark fer at lata meiri upp
Ein ætlan verður gjørd, nær latast skal upp fyri fleiri londum, og hvørjar treytir skulu setast
Mette Frederiksen, forsætisráðharri
 
16.06.2020 - 14:35

Í Danmark er stjórnin sinnað at lata landamørkini upp fyri uppaftur fleiri londum í næstum.

Men tað verður bara latið upp fyri londum, har smittutrýstið er nøktandi.

Tað segði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, í fólkatinginum í dag.

Leggja ætlan

Danska stjórnin er farin undir at leggja eina ætlan fyri, nær latast skal upp fyri fleiri londum, og hvørjar treytir skulu setast.

Júst, hvat tað ítøkiliga vil siga, at smittutrýstið er nøktandi, er ikki greitt enn.

- Vit vilja seta nakrar yvirskipaðar treytir fyri, nær lond eru at meta sum trygg, segði Mette Frederiksen.

Til hoyringar

Tær treytirnar skulu til hoyringar í uttanríkisnevndini í fólkatinginum, áðrenn boðað verður frá teimum.

- Við øðrum orðum: er smittutrýstið í ávísum londum nøktandi, vilja vit lata upp fyri teimum, segði forsætisráðharrin.

Danmark - og sostatt eisini Føroyar - hevur í fyrsta umfari latið upp fyri Íslandi, Týsklandi og Noregi til 31. august.

Harumframt er ferðing loyvd millum Danmark, Føroyar og Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585