Færri føroyingar doyggja av hjarta- og æðrasjúkum

Færri føroyingar doyggja av hjarta- og æðrasjúkum
Vit gerast eldri og eldri, færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum, men støðan við krabbameini er óbroytt
Færri fólk í Føroyum doyggja av hjarta- og æðrasjúkum, enn tað gjørdu fyri 15-20 árum síðani
 
16.06.2020 - 05:49

Eitt er, at vit verða eldri og eldri, men vit doyggja eisini - tó er broytingar eru eisini hendar í orsøkunum, vit doyggja av. Tað vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni.

Høvuðsbroytingin er, at munandi færri fólk doyggja av hjarta- og æðrasjúkum. Nú doyggja í miðal 50-60 føroyingar um árið av hjarta- og æðrasjúkum; fyri 15-20 árum síðani var hetta talið 80-90.

Støðan við krappameini er øðrvísi. Hagstovan vísir á, at hetta tal er kvinkað eitt lítið vet uppeftir. Men tá skal havast í huga, at hetta tíðarskeiðið er fólkatalið vaksið munandi - harvið eisini talið av eldri fólki.

Miðallivialdurin hækkaður

Roknað verður við, at eitt nýføtt gentubarn í dag hevur ein miðal livialdur, sum er 85,4 ár og eitt dreingjabarn 80,4 ár.

Í 1998 var støðan munandi øðrvísi. Tá varð væntað, at miðallivialdurin fyri eitt nýføtt gentubarn var 81,4 ár og hjá einum dreingjabarni 75,1 ár.

Hetta merkir, at livialdurin í Føroyum er øktur við góðum fimm árum hjá mannfólki og fýra árum hjá konufólki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010