Krevja tøl um svik við NemID

Krevja tøl um svik við NemID
Svik við NemID er vaksandi. Andstøðuflokkarnir í Danmark vilja nú vita, hvussu nógv verður svikað við skipanini
 
16.06.2020 - 07:28

Eingin kann siga, hvussu nógv verður svikað við NemID í Danmark, og tað er ikki nøktandi.

Tí krevja andstøðuflokkarnir, Vinstri, Danski Fólkaflokkurin og Sosialistiski Fólkaflokkurin, at myndugleikarnir leggja fram tøl, sum vísa, hvussu nógv verður svikað, skrivar DR.

Hóast spurt er, so siga hvørki Nets ella Digitaliseringsstýrið seg hava nøkur tøl at vísa á, tá talan er um svikl við NemID. Digitaliseringsstýrið svarar DR, at talan er um løgreglumál, og tí er tað løgreglan sum hevur tøl, um tey finnast.

Vaksandi svik seinastu árini

Heldur ikki løgreglan sigur seg kuna svara spurninginum, sigur virkandi løgregluovastin, Roland Klein, tá DR spyr um støðuna. Men hann sigur so mikið, at slíkt svik hevur verið vaksandi seinastu árini.

Tað ber ikki til, at eingi tøl finnast fyri svik av slíkum slag, og tí skal ráðharrin syrgja fyri, at myndugleikarnir sum hava ábyrgdina, elggja tøl fram, sigur Peter Skaarup, framsøgumaður í rættarmálum hjá Danska Fólkaflokkinum.

Formaðurin í Rættarnevndini hjá fólkatinginum, Preben Bang Henriksen, úr Vinstra, er samdur. Hann sigur seg fara at spyrja fyrst fíggjarmálaráðharran og helst eisini løgmálaráðharran um svik við NemID.

Digitaliseringsstýrið hevur biðið Nets um at gera eina trygdarkanning av virkseminum við NemID, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672