Vil hava álit úr nevndum

Vil hava álit úr nevndum
Tingfundur verður aftur seinnapartin hósdagin
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður
 
16.06.2020 - 09:30

Í teirri vón at nøkur álit verða klár at leggja fram, hevur løgtingsformaðurin ásett tingfund at vera hósdagin klokkan trý.

Nøkur tingmál eru eftir í nevndunum, millum annað hjálparpakki trý, eykajáttanarlógin og skattaði vinningurin, tá fiskirættindi verða seld.

Tá tingfundurin endaði beint fyri klokkan hálvgum seks í gjárkvøldið, heitti Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, á nevndirnar um at skriva álit, so tey kunnu leggjast fram hósdagin: 

Eitt álit kom á tingfundinum í gjár.

Trivnaðarnevndin er samd um at taka undir við uppskotinum um lønarískoyti til sjálvstøðug vinnurekandi, sum eru 67 ár ella eldri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819