Trump vil steðga bókaútgávu

Trump vil steðga bókaútgávu
Amerianska løgmálaráðið hevur heitt á dómstólin í Washington um at steðga bókaútgávuni hjá fyrrverandi trygdarráðgevanum hjá Trump, John Bolton
 
18.06.2020 - 07:24

Sambært John Bolton, skal Donald Trump, forseti, hava heitt á kinesiska forsetan, Xi Jinping, um hjálp til at vinna forsetavalið í ár, skrivar Washington Post.

Longu týsdagin bað umsitingin hjá Trump rættin um at steðga bókini, og nú kemur enn ein áheitan, - meiri bráðfeingis áheitan til dómsvaldið við kravi um, at bókin fyribils ikki verður útgivin.

Í samrøðu við Fox News í gjárkvøldið, segði Trump, at hann heldur, at Bolton hevur brotið lógina við at skriva bókina.

Í Twitterboðum skrivar Trump í dag, at innihaldið í bókini er lygn og falskar søgur.  

- "Løgni John Bolton segði alt gott um meg, á skrift, til tann dagin eg segði hann úr starvi. Ein ónøgdur, keðiligur býttlingur, sum bara vildi hava stríð. Hann hevur ongantíð vitað nakað, gjørdist tómur og tíbetur vrakaður" skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á Twitter í dag.

Sambært amerikanska løgmálaráðnum, eru loyniligar upplýsingar í bókini, sum kunnu hótta landsins trygd. 

Løgmálaráðið hevur ásett rættarfund um málið í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819