Jørgen bakkar ikki í trætu við Anniku

Jørgen bakkar ikki í trætu við Anniku
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlar ikki at bakka í trætuni um lønarsáttmálan, sum KAF hevur gjørt við Starvsmannafelagið. Hann er vrakaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.06.2020 - 19:35

Lønarsáttmálin, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur undirskrivað við Starvsmannafelagið, er og verður vrakaður,

Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hóast Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hóttir við at draga Fíggjarmálaráðið í rættin í trætuni um lønarsáttmálan. 

- Fíggjarmálaráðið gjørdi eina meting av sáttmálanum, og tann metingin er ikki broytt, sigur Jørgen Niclasen, sum vísir á, at sáttmálin ikki avspeglar, at koronakreppan hevur elvt til eina fíggjarkreppu í landinum. 
 

Bæði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið halda, at landsstýrismaðurin hevur lógarskyldu til at taka undir við sáttmálanum, tí tað eru kommunurnar, sum eiga samráðingarrættin.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eina aðra fatan.

Sum búskaparstøðan í Føroyum er júst nú, so eiga limir hjá Starvsmannafelagnum, sum arbeiða hjá kommununum, ikki at fáa somu løn, sum starvsfólk hjá tí almenna.

Lønarmunurin má rættast upp seinni, heldur landsstýrismaðurin.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819