Sjey ára fongsul fyri kynsligan harðskap

19.06.2020 - 13:35
Aktuelt112
Sjey ára fongsul fyri kynsligan harðskap
34 ára gamli maðurin, sum varð tikin í desember í fjør, játtar seg lutvíst sekan
Føroyingurin var dømdur í rættinum í Randers
 

Ein 34 ára gamal føroyingur er í rættinum í Randers dømdur sjey ára fongsulsrevsing fyri at hava framt kynsligan harðskap móti trimum gentum, sum vóru 10 - 13 ára gamlar.

Maðurin varð handtikin í desember í fjør, og hevur verið varðhaldsfongslaður síðani.

Hann játtar seg partvíst sekan.

Maðurin hevur gjørt seg inn á egnu dóttur sína, vinkonu hennara og eina gentu í familjuni. 

Kynsligi harðskapurin fevnir um beinleiðis neyðtøku, til blygdanarskemd á netinum.

Og tað var júst video-kjatt við dóttrina og vinkonu hennara, sum avdúkaði mannin, tí foreldrini sóu, hvat hendi. 

Harðskapur í trý ár

Kynsliga harðskapin móti gentuni í familjuni framdi maðurin frá 2010 til 2013.

Men tað var ikki fyrr enn gentan gjørdist varug við, at løgreglan kannaði málið við hinum báðum gentunum, at hon greiddi frá, hvat maðurin hevði gjørt við seg.

Undir kanningunum er løgreglan komin fram á fleiri aðrar tilburðir við kynsligum harðskapi, m.a. á sjónbondum, sum eru funnin heima hjá manninum.

34 ára gamli føroyingurin er dømdur sjey ára fongusl, hann hevur fingið forboð fyri at vitja í heimum, har børn eru, og børn sleppa ikki at vitja hann. 

Maðurin skal eisini rinda gentunum endurgjald. Hann hevur biðið um umhugsunartíð at kæra dómin.


 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. august
Summartímin mikudagin 12. august
112258
Mikudag 12. august
Góðan morgun Føroyar 12.08.2020
112235
Týsdag 11. august
Tá makrelurin broytti Føroyar (2:6)
112157
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. august
Drúgt sjónvarp: Saksun - Tjørnuvík
112264
Mikudag 5. august
Tíðindafundur og Dagur og vika
111992
Hósdag 30. juli
Midnáttarsangur
111814
Mikudag 29. juli
Upp á gólv
111810
Mikudag 29. juli
Á ólavsøku 2:2
111809