Innlagdur í eitt ár aftaná lidna viðgerð

Innlagdur í eitt ár aftaná lidna viðgerð
Seinastu trý árini eru tilsamans 19 borgarar skrásettir sum innlagdir á teimum trimum sjúkrahúsunum longur enn neyðugt, tí onki heim var at útskriva
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.06.2020 - 15:44

Tveir borgarar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya, hóast teir eru liðugt viðgjørdir. Hetta tí teir hava ongan bústað.

Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til ein §52a fyrispurning, ið Uni Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett um, hvussu nógv heimleys liggja á teimum trimum sjúkrahúsunum. 

Landsstýrismaðurin upplýsir, at seinastu trý árini eru tilsamans 19 borgarar skrásettir sum innlagdir á teimum trimum sjúkrahúsunum longur enn neyðugt, tí onki heim var at útskriva til. 

Fyrivarni skal kortini takast fyri, at summar deildir ikki hava havt skipaða skráseting fyrr enn nú, og tí kann veruliga talið vera nakað hægri.

Í miðal liggja heimleysu borgararnir á sjúkrahúsi í 76 dagar aftaná, at viðgerðin er liðug. Tann sum hevur verið innlagdur longst, eftir at viðgerðin varð liðug, var innlagdur í 361 dagar.

Miðalaldurin hjá teimum innløgdu er 56 ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819