Endaorðaskifti í Fólkatinginum í dag

Endaorðaskifti í Fólkatinginum í dag
Talsfólk hjá øllum flokkum hava orðið, eisini føroysku og grønlendsku fólkatinglimirnir
Føroysku fólkatingsmenninir fáa eisini orðið í Fólkatinginum í dag
 
22.06.2020 - 09:27

Seinasti dagur í Fólkatinginum, áðrenn tað fer í summarfrí, er í dag.

Og sum vant verður endað við einum orðaskifti um støðuna í danska ríkinum, einari afslutningsdebat, sum danir kalla hetta orðaskiftið.

Talsfólk hjá øllum flokkum hava orðið, eisini føroysku og grønlendsku fólkatinglimirnir.

Aðrir tinglimir kunnu koma við viðmerkingum. 

Forsætisráðharrin hevur frágreiðing

Orðaskiftið byrjar við einari frágreiðing frá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, um innanríkispolitikk og um uttanríkispolitikk. 
 
Fólkatingsfundurin byrjaði klokkan átta okkara tíð.

Vanliga plagar hetta orðaskifti at vara allan dagin og út á kvøldið. 

Næsta tingseta byrjar fyrsta týsdag í oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691