Korona: Vóru ikki nóg væl fyrireikað

Korona: Vóru ikki nóg væl fyrireikað
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, sigur, at Danmark hevði ikki nóg nógva verndarútgerð, tá smittan fór at ganga
Mette Frederiksen hevur hildið røðu fyri Fólkatinginum í morgun
Mynd: JyllandsPosten  
 
22.06.2020 - 10:12

Danir vóru ikki nóg væl fyrireikaðir, tá koronusmittan tók seg upp í landinum.

Tað segði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, í Fólkatinginum fyrr í morgun.

- Vit høvdu ikki nóg mikið av verndarútgerð, segði hon, nú seinasti dagur er í Fólkatinginum, áðrenn tað fer í summarfrí.

Danski forsætisráðharrin legði tó dent á, at avgerðin at steingja Danmark fyrst í mars var røtt.

Mette Frederiksen viðgongur eisini, at tað kanska var at gera í so nógv av, tá bann beinanvegin varð sett fyri at vitja øll eldri fólk á ellis- og røktarheimum.

Ein nýggj ávaringarskipan verður nú ment, so tilbúgvingin er betur fyri, tekur smittan aftur dik á seg í Danmark, segði danski forsætisráðharrin eisini í Fólkatinginum fyrr í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964