Samfelagstænastu í 60 tímar og missir koyrikortið

Samfelagstænastu í 60 tímar og missir koyrikortið
Ein 30 ára gamal maður er dømdur fyri at hava roynt at koyra á ein mann á einari gongubreyt í Klaksvík
Dømdi maðurin skal rinda 4.000 kr. í sekt og sakarmálskostnaðin
 
23.06.2020 - 14:09

50 daga treytaða fongsulsrevsing fekk ein maður, sum varð ákærdur fyri at royna at fremja serligan ráan og vandamiklan harðskap.

Hann er tó ikki dømdur fyri hesa royndina. Men hann er dømdur fyri at koma einum øðrum í lívsvanda ella í vanda fyri at blíva skaddur.   

Maðurin skal eisini gera samfelagstænastu í 60 tímar. Og hann missir koyrikortið í eitt ár. Hann skal rinda 4.000 kr. í sekt og sakarmálskostnaðin.

Dómur fall í Føroya rætti í dag. 

Noktaði seg sekan í rættinum

Ein maður í tríatiárunum er dømdur fyri at hava roynt at koyrt á ein annan mann, sum stóð á einari gongubreyt í Klaksvik í fjør summar.

Hann rakti ikki mannin, men fór so úr bilinum og legði á hann, tók um hálsin á honum, sigur dómurin. Órættaði datt og skurslaði seg.

Maðurin er eisini dømdur fyri at hava brotið ferðslulógina, tí hann koyrdi skilaleyst í Suðuroynni.

Maðurin noktaði seg sekan í rættinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819