Upplatingartíðir: Broytingaruppskot kemur í morgin

Upplatingartíðir: Broytingaruppskot kemur í morgin
Føroyingar gera ikki sjálvir av, nær skeinkistøð eru opin, um endamálið er at forða fyri smittuspjaðing, tí málsøkið er danskt
Spurningurin um upplatingartíðir á skeinkistøðum í sambandi við smittuspjaðing er danskt málsøki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.06.2020 - 11:28

Arbeitt verður við einum broytingaruppskoti í sambandi við lógaruppskotið um at geva landsstýrismanninum heimild at avgera, nær skeinkistøðini lata upp og aftur, og hvussu nógv fólk eru inni í senn.

Samgongutinglimir koma við broytingaruppskotinum á tingfundinum í morgin, sigur Christian Andreasen, tingmaður. 

Sum skilst er ætlanin millum annað at avmarka heimildina í lógini.

Lógaruppskotið fór aftur í nevnd fríggjadagin eftir uppskoti frá Christiani Andreasen, sum var einasti limur í Vinnunevndini, ið mælti til at geva landsstýrismanninum heimildina.

Øll hini í nevndini, eisini Johan Dahl og Beinir Johannesen í samgonguni, mæltu frá at samtykkja uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni.

Bjørt Samulesen, forkvinna í Vinnunevndini, sigur, at hon hevur givið boð um at skriva nýtt álit til tingfundin í morgin.

Málsøkið er danskt

Føroyingar gera ikki sjálvir av, nær skeinkistøð eru opin, um endamálið er at forða fyri smittuspjaðing.

Heilsu- og Eldramálaráðið í Danmark hevur boðað Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum frá, at løgtingið kann ikki broyta matvørulógina soleiðis, at landsstýrismaðurin í vinnumálum kann avgera, nær skeinkistøðini lata upp og aftur, og hvussu nógv fólk eru inni í senn.

Tí málsøkið smittuspjaðing er danskt. Danska stjórnin er tí samd við Lógartænastuna hjá Løgmansskrivstovuni, sum sigur, at heimildin er ikki í Føroyum.

At forða fyri smittuspjaðing í Føroyum er danskt málsøki. 

Men danska stjórnin sigur seg vilja hjálpa landsstýrinum, um ætlanin er at dagføra lógina, sum er galdandi fyri Føroyar, um smittandi sjúkur.

Helgi Abramsen, landsstýrismaður, sum eigur uppskotið, sigur, at gevur samgongan honum boð um at taka uppskotið aftur, so ger hann tað. 

Hann tekur tað ikki aftur av sínum eintingum, tí samgongan gav honum boð um at leggja tað fram. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585