Vilja eisini hava Fiskimálaráðið at gjalda

Vilja eisini hava Fiskimálaráðið at gjalda
Ein úrskurður um, at Fiskimálaráðið skal rinda sín part av sakarmálskostnaðinum í málinum millum ráðið og Enniberg, er kærdur til landsrættin
Reiðaríið hjá Ennibergi hevur tikið stevningina móti Fiskimálaráðnum aftur
 
24.06.2020 - 15:52

Eystari landsrættur skal taka støðu til, hvør skal rinda sakarmálskostnaðin hjá Fiskimálaráðnum, eftir at reiðaríið hjá Ennibergi hevur tikið stevningina móti aðalráðnum aftur.

Málið er endað í landsrættinum, tí Fiskimálaráðið hevur kært ein úrskurð hjá Føroya rætti, ið áleggur Fiskimálaráðnum at rinda sín part av sakarmálskostnaðinum. 

Føroya rættur mátti taka støðu til málið, eftir at reiðaríið hevði boðað frá, at teir tóku stevningina aftur, treytað av at Fiskimálaráðið rindaði sín part av sakarmálskostnaðinum. 

Men Fiskimálaráðið er ikki sinnað at rinda, tí ein afturtøka av sakarmálinum eftir teirra tykki er at meta sum eitt tap. Og tá tað er vanligt, at tann, sum hevur tapt, rindar allan sakarmálskostnaðin, krevur aðalráðið, at reiðaríið rindar allan sakarmálskostnaðin. 

Stevndu í 2017

Tað var í desember 2017, at reiðaríið stevndi Fiskimálaráðnum eftir endurgjaldi, tí aðalráðið hevði tikið tíggju prosent av kvotunum í Barentshavinum og selt tær á uppboðssølu í 2016 ella í 2017. Ein ognartøka, ið reiðaríið metti vera óheimilda. 

Og Fiskimálaráðið hevur heldur ikki rætt til at ognartaka allar kvoturnar í Barentshavinum fyri síðani at luta part av teimum út aftur til tey reiðarí, sum hava fiskað í Barentshavinum í fleiri áratíggju. 

Eitt so stórt inntriv í virksemið hjá reiðaríunum kann ikki gerast, uttan at boðað verður frá 25 ár frammanundan, metti reiðaríið.

Tí kravdi Enniberg eitt endurgjald upp á 7,4 mió. kr. 

Endurgjaldið verður kortini av ongum, tí reiðaríið hevur tikið stevningina aftur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858