Taka ikki undir við broytingaruppskoti

bannari
Taka ikki undir við broytingaruppskoti
Andstøðan í Vinnunevndini mælir framvegis frá at samtykkja broytingaruppskotið, nú Vinnunevndin hevur gjørt nýtt álit um uppskotið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.06.2020 - 08:18

Letur landsstýrismaðurin skeinkistøðini aftur fyri klokkan tvey um náttina, ella minkar mest loyvda tal av gestum, skulu skeinkistøðini fáa pengar úr landskassanum sambært hjálparpakka trý, hjálparpakkanum, sum er ætlaður ferðavinnuni.

Ítøkiligur og stórur smittuvandi skal vera, áðrenn landsstýrismaðurin brúkar heimildina at áseta upplatingartíðir hjá skeinkistøðum.

 >> SÍ EISINI Atkvøða um stórar broytingar í fiskivinnuni

Hetta er broytingarupskotið hjá minnilutanum í Vinnunevndini, samgongumonnunum Christiani Andreasen, Johan Dahl og Beini Johannesen, til uppskotið um at broyta matstovulógina, so Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sleppur at avgera, nær skeinkistøðini lata upp og aftur og, hvussu nógv fólk eru inni har í senn.

Sambært broytingaruppskotinum skal lógin um heimildina hjá landsstýrismanninum fara úr gildi longu 31. august í ár og ikki 31. mars næsta ár.

Mæla framvegis frá at samtykkja uppskotið

Andstøðan í Vinnunevndini mælir framvegis frá at samtykkja uppskotið, nú Vinnunevndin hevur gjørt nýtt álit um uppskotið. Andstøðan heldur tað vera rætt at viðgera spurningin um endurgjald ella stuðul.

Men hetta má gerast í einum lógaruppskoti fyri seg. Tað er hvørki rætt ella rímiligt at áseta nýggja stuðulsskipan/trygd fyri úrvalda vinnugrein í einum broytingaruppskoti, sigur andstøðan.

Hóast bæði løgfrøðiliga ráðgevingin hjá løgmanni, umsitingin hjá løgtinginum og danska stjórnin siga, at málsøkið smittuspjaðing er danskt, er uppskotið ikki tikið aftur. Onnur viðgerð heldur fram á tingfundinum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010