Fólk í Suðurstreymoy sjáldan hjá lækna

Fólk í Suðurstreymoy sjáldan hjá lækna
Misjavnt er, hvussu ofta fólk í teimum ymisku økjunum í landinum eru hjá kommunulækna
Føroyingar eru í miðal hjá kommunulækna tríggjar ferðir um árið
 
26.06.2020 - 06:21

Hvør føroyingur vitjar kommunulæknan í miðal tríggjar ferðir um árið. Tað staðfestir Hagstova Føroya við støði í hagtølunum fyri virksemið hjá kommunulæknunum í fjør.

Samlaða talið av viðtalum var í 2019 stívliga 166.000, ið var gott fýra prosent fleiri enn árið fyri. Av teimum 166.000 viðtalunum vóru gott 4.000 viðtalur hjá fólki, sum búgva uttanlands.

Fólk í Sandoynni oftast hjá kommunulækna

Flestu viðtalur fyri hvønn íbúgva eru í Sandoyarøkinum, har tað eru 4,5 viðtalur fyri hvørt fólk um árið. Fæstu er í Suðurstreymi, har tað eru 2,9 viðtalur fyri hvørt fólk.

Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, svarandi til 93 prosent, fer fram í dagtíð; tað vil siga mánadag til fríggjadag millum klokkan 8 og 16.

Verður hugt at viðtalum eftir kyni, eru 18.000 fleiri viðtalur við konufólk enn við mannfólk. 55 prosent av viðtalunum eru við kvinnur, og 44 við mannfólk, sigur Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585