Kostnaðurin ásettur: 75 krónur hvønn vegin

Kostnaðurin ásettur: 75 krónur hvønn vegin
Kostnaðurin, fyri at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, er nú kunngjørdur
Tað fer at kosta 75 krónur at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin hvønn vegin við persónbili
 
26.06.2020 - 11:21

75 krónur við haldi, og 175 krónur uttan hald fyri persónbilar.

Sí allar prísirnar niðanfyri

Tað verður kostnaðurin fyri at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin. Tað hevur partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar júst kunngjørt í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar.

Ímeðan kundar, sum brúka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, gjalda fyri túrin aftur og fram, verður hetta ikki gjørligt í Eysturoyartunlinum.

Orsøkin er, at fólk kunnu koyra gjøgnum tunnilin tann eina vegin, og koyra heim aftur eftir landsvegnum, og sostatt ikki gjalda ella brúka Eysturoyartunnilin.

Tí eru allir prísirnir, sum partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar júst hevur kunngjørt, fyri einvegis túrar. Sí allar prísirnar, fyri at koyra gjøgnum tunnilin, niðan fyri her.

Yvirlit: Kostnaðurin fyri persónbilar við haldi

  Streymoy-Eysturoy Rókin-Strendur
Túrar: 1-10 75 kr. 25 kr.
Túrar: 11-20 74 kr. 24 kr.
Túrar: 21-30 73 kr. 23 kr.
Túrar: 31-40 72 kr. 22 kr.
Túrar: 41- 65 kr. 20 kr.


Fólk, sum ikki fara at tekna hald hjá tunnilsfelagnum, gjalda 100 krónur í ómaksgjaldi. Tískil verður kostnaðurin 175 krónur hjá fólki, sum ikki hava tunnilshald.
 

Yvirlit: Aðrir prísir

  Streymoy-Eysturoy  
  Hald Uttan hald
Persónbilar 75 kr. 175 kr.
Motursúkklur 60 kr. 160 kr.
Leigubilar 75 kr. 175 kr.
Hýruvognar 75 kr. 175 kr.

 

  Rókin-Strendur  
  Hald Uttan hald
Persónbilar 25 kr. 125 kr.
Motorsúkklur 20 kr. 120 kr.
Leigubilar 25 kr. 125 kr.
Hýruvognar 25 kr. 125 kr.

 

  Streymoy-Eysturoy  
  Hald Uttan hald
Vørubilar <2700 kilo 150 kr. 250 kr.
Vørubilar 2700-3500 kilo 300 kr. 400 kr.
Lastbilar/trailarar 400 kr. 500 kr.
Bussar (10-19 setur) 475 kr. 575 kr.
Bussar (<19 setur) 1.250 kr. 1.350 kr.

 

  Rókin-Strendur  
  Hald Uttan hald
Vørubilar <2700 kilo 50 kr. 150 kr.
Vørubilar 2700-3500 kilo 100 kr. 200 kr.
Lastbilar/trailarar 100 kr. 200 kr.
Bussar (10-19 setur) 300 kr. 400 kr.
Bussar (<19 setur) 750 kr. 850 kr.


Eysturoyartunnilin verður 11,25 kilometrar langur, og verður eftir ætlan liðugur um ársskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010