KÍ vann í síðsta minutti

KÍ vann í síðsta minutti
Í 82 minuttir var Víkingur á odda móti føroyameistarunum úr KÍ. Men við málum í 82. og 90. minutti eydnaðist klaksvíkingum at fara við øllum
Í 90. minutti eydnaðist KÍ at fáa sigursmálið og tryggja sær trý stig móti Víkingi í 10. umfari.
Mynd: Miriam G. Joensen  
 
28.06.2020 - 17:17

Dysturin millum Víking og KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu var bara 12 minuttir gamal, tá Finnur Justinussen legði heimaliðið á odda 1-0. 

Hendan støðan helt sær heilt fram til 82. minutt.

Tá javnaði norðmaðurin, Ole Erik Midtskogen, fyri gestirnar, og í 90. minutti var tað Páll A. Klettskarð, sum vann dystin fyri KÍ, tá hann setti bóltin í málið til endaliga úrslitið 2-1 til KÍ. 

Trý mál upp á átta minuttir

Á Skála var heimaliðið, Skála, eisini á odda langt inn í dystin. 

Skála legði seg á odda beint fyri steðgin við máli, sum Jan Ingason skoraði, og støðan helt sær heilt fram til 72. minutt.

Tá javnaði HB við brotssparki, sum Daniel Johansen setti í málið.

Minuttin eftir legði Heðin Hansen HB framum, og tá 80 minuttir vóru spældir, staðfesti Heðin Hansen sigurin, tá hann skoraði til 3-1 til gestirnar. 

ÍF vann 1-0 á TB í Fuglafirði við máli sum Uros Stojanov skoraði í 59. minutti. 

NSÍ mátti stríðast fyri sigrinum móti AB. Argjamenn javnaðu til 2-2 seint, men enn seinni skoraði Klæmint A. Olsen sigursmálið fyri toppliðið.

Og fríggjakvøldið vann B36 3-0 á EB/Streymi við Margáir. 

KÍ og NSÍ vunnu, meðan B36 stríddi seg til javnleik

Í Betrideildini hjá kvinnum vunnu NSÍ og KÍ hvør sín sigur í sjeynda umfari. 

NSÍ vann 6-2 á EBS/Skála á Eiði, meðan KÍ vann 3-2 á HB í Gundadali. 

ÍVB var á odda við tveimum í hálvleikinum, men B36 stríddi seg upp aftur á 2-2 javnleik.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691