KOKS sleppur at vera frammi við Gjónna

KOKS sleppur at vera frammi við Gjónna
Matstovan skal kortini ikki rigga av í Leynum, sigur Yvirfriðingarnevndin
Michelin-matstovan, KOKS, sum heldur til frammi við Gjónna í Leynum, kann vera verandi, har hon er, sigur Yvirfriðingarnevndin
 
28.06.2020 - 17:36

KOKS sleppur at halda fram við virkseminum frammi við Gjónna í Leynum. Tað sigur Yvirfriðingarnevndin, sum nú er komin við sínari niðurstøðu í málinum um ein friðaðan bygning, sum lá í buktini.

Tað var í mars í fjør, at KOKS fekk boð um, at virksemið frammi við Gjónna skuldi riggast av og at matstovan skuldi steingja tann 1. september í fjør.

Orsøkin var ein bygningur, sum Gist og Vist umvældi og umbygdi til at hýsa einum køki og starvsfólkavesi á einum øki, sum varð friðað í 1983.

Avgerðin broytt

Yvirfriðingarnevndin vístí í mars í fjør til grein 6 í náttúrufriðingarlógini um at øll nýbygging á friðaða økinum frammi við Gjónna skal hava beinleiðis tilknýti til landbrúk. 

Í sínum noktandi svari, vísti Yvirfriðingarnevndin á, at hon í síni tíð gav loyvi til, at nýggi bygningurin varð bygdur á friðaða økinum, tí hann eftir ætlan skal latast bóndanum at brúka til sítt landbrúk, tá KOKS gevst frammi við Gjónna.

Nú hevur Yvirfriðingarnevndin broytt hesa avgerðina, og matstovan KOKS kann tískil ótarnað halda fram við virkseminum á staðnum.

Eftirlíka ynski hjá Friðingarnevndini

Orsøkin er, at Yvirfriðingarnevndin hevur eftirlíkað ynskinum hjá Friðingarnevndini í Streymoyar sýslu, sum mælti til lutvíst at strika friðingina, so bygningurin við køki og starvsfólkavesi kann brúkast til matstovuvirksemi.

Yvirfriðingarnevndin hevur í viðgerðini lagt dent á, at tað er eigarin sjálvur, sum ynskti broytingina.

Nevndin heldur ikki, at matstovuvirksemið hjá KOKS frammi við Gjónna hevur órógvað náttúruna, ella at bygningurin, sum varð bygdur uppaftur, misprýðir økið frammi við Gjónna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887