260.000 tilburðir eftir einari viku

bannari
260.000 tilburðir eftir einari viku
Brasil er eitt av teimum londunum, sum er ringast rakt av koronu í løtuni
Fólk hjá Reyða krossi sóttreinsa á einum sølutorgi í Rio de Janeiro týsdagin í síðstu viku
Mynd: AP (23.06.2020)  
 
29.06.2020 - 09:23

Næstan 260.000 nýggir tilburðir av koronu í eina viku. Tað er støðan í Brasil, og støðan er ring, tí talan er um met. Í næstsíðstu viku varð eitt annað keðiligt met sett.

Tá doyðu 7.285 fólk av COVID-19. So nógv eru ikki deyð í eina viku av farsóttini fyrr. Í farnu viku minkaði hetta talið eitt vet. Tá doyðu 7.005 fólk við koronu í Brasil.

Fleiri enn 57.000 fólk eru deyð av koronu í Brasil. Landið verður mett at verða eitt teimum londunum í heiminum, sum er ringast rakt av farsóttini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585