Hálv millión fólk koyrd í sóttarhald

bannari
Hálv millión fólk koyrd í sóttarhald
Myndugleikarnir í Kina koyrdu í gjár 500.000 fólk í sóttarhald fyri at berja niður COVID-19 smittuna
 
29.06.2020 - 07:55

Kinesiskir myndugleikar koyrdu í gjár 500.000 fólk í sóttarhald fyri at berja niður koronusmittuna, sum nú ger um seg uttan fyri høvuðsstaðin, Beijing.

Eftir at Kina í stóran mun fekk tamarhald á smittubreiðsluni, eru hundraðtals fólk vorðin smittað í Beijing. Seinastu vikurnar eru nýggir tilburðir staðfestir í grannalandspartinum, Hebei.

Heilsumyndugleikarnir upplýstu í gjár, at Anxin-økið, sum er einar 150 kilometar uttan fyri Beijing, er stongt og undir eftirliti á sama hátt, sum Wuhan var fyrr í ár.

Herd tiltøk sett í verk

Bara eitt fólk úr hvørjari familju sleppur til handils og eftir heilivági eina ferð um dagin. Herdu tiltøkini eru sett í gildi, tí í gjár vóru 14 nýggir virustilburðir staðfestir í Beijing. 

Síðani miðskeiðis í juni eru 311 tilburðir staðfestir og milliónir av íbúgvum eru kannaðir. Smittan í Beijing hevur slóð til Xinfadi-marknaðin, sum útvegar meginpartinum av býnum feskar matvørur. 

Handlar í Anxin, økið uttan fyri Beijing, hava latið Xinfadi-marknaðinum fisk, boðar almenna kinesiska tíðindastovan, Xinhua frá.

Í Anxin eru 12 nýggir koronutilburðir staðfestir, av teimum hava 11 tilknýti til Xinfadi-marknaðin, skrivar blaðið Global Times.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691