Boris Johnson: Korona ein vanlukka fyri Bretland

bannari
Boris Johnson: Korona ein vanlukka fyri Bretland
Landið merkir koronukreppuna inn á bein, sigur forsætisráðharrin, Boris Johnson
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sigur, at koronakreppan hevur verið ein vanlukka fyri Bretland
 
29.06.2020 - 15:04

Stjórnin í Bretlandi fer at kanna orsøkina, men í verandi støðu er løtan ikki tann rætta at venda skjútsið ímóti politikarunum og myndugleikunum, skrivar Reuters.

Johnson sigur støðuna vera so ringa, at landið merkir tað inn á bein. Hann var sjálvur eitt skifti lagdur inn á sjúkrahús við korona, og tí skyldar samfelagið øllum, sum eru rakt av sjúkuni eina frágreiðing.

Forsætisráðharrin í Bretlandi vísti samstundis aftur, at hann er illa fyri. Nakað sum miðlarnir hava heft seg við, og skriva, at forsætisráðharrin bæði er bleikur og sær sjúkur út.

Tað passar ikki, segði Boris Johnson, eg havi tað gott, segði hann.

Landið fer at tvífalda íløgurnar

Forsætisráðharrin legði dent á, at stjórnin fer at seta ferð á almennu íløgurnar, fyri at skapa virksemi í landinum, tí nú ber ikki til at spara, um gongd skal fáast á aftur í samfelagnum.

Boris Johnson legði dent á, at stjórnin fer at tvífalda íløgurnar og samstundis lækka skattin, svarandi til 1.000 milliardir krónur.

Hann vísti á, at eitt slíkt átak, sum amerikanski forsetin, Franklin D. Roosvelt, setti í verk í USA í kreppuni í tríatiárunum, hjálpti USA ígjøgnum kreppuna, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819