Iran vil handtaka Trump

Iran vil handtaka Trump
Amerikanski forsetin og fleiri onnur fólk skulu handtakast fyri at hava dripið herovastan, Soleimani, í januar
Iran hevur givið boð um at handtaka amerikanska forsetan, Donald Trump, og fleiri aðrar persónar
 
30.06.2020 - 09:14

Orsøkin er, at USA drap herovastan, Qassem Soleimani, og aðrar í dronuálopi í januar. Al Jazeera skrivar, at Iran eisini hevur biðið Interpol um hjálp.

Ákærin í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, Ali Alqasimehr, segði í gjár, at Trump, saman við 30 øðrum persónum, er undir illgruna fyri at hava dripið Soleimani-herovasta, og at teir eru skuldsettir fyri manndráp og yvirgang.

Alqasimehr vildi ikki upplýsa, hvørji hini fólkini eru, og hann legði dent á, at Iran fer at rættarsøkja Trump - eisini um Trump tapir forsetavalið  seinni í ár.

Interpol eftirlíkar neyvan ynski

Sambært ákæranum, hevur Iran biðið um sonevnt "Red notice" hjá Interpol. Tað vil siga, at lokalir myndugleikar kunnu handtaka ein persón vegna landið, sum er komið við umbønini. 

Interpol fer neyvan at ganga umbønini frá Iran á møti, tí reglurnar hjá Interpol eru, at tey ikki leggja seg út í politisk mál.

USA drap Soleimani, ið stóð á odda fyri serligu deildini hjá kollveltingarhirðini, Quds, í málrættaðum álopi í januar. 

Álopið varð framt nærindis altjóða flogvøllinum í Bagdad. Iran svaraði álopinum aftur og framdi rakettálop móti amerikonskum herdeildum í Irak.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819