Nýtt krímvirus kanska funnið í Kina

30.06.2020 - 07:39
AktueltÚtheimurin
Nýtt krímvirus kanska funnið í Kina
Eitt nýtt krímvirus, sum møguliga er ein farsótt, er funnið í grísum í Kina. Tað upplýsa kinesiskir granskarar.
Nýggja krímvirusið, sum er funnið í Kina, líkist svínakrími
Mynd: © Savnsmynd (AP)  
 

Sambært kinesisku granskarunum, er virusið staðfest í grísum, men tað kann eisini smitta fólk, skrivar BBC. Granskararnir stúra fyri, at virusið kann mutera, og tað ger tað lættari hjá tí at breiða seg frá fólki til fólk.

Virusið skal hava allar eginleikar hjá einum virusi, sum breiðir seg til fólk. Og av tí at tað er nýtt, verður ikki hildið, at fólk eru mótstøðufør móti tí.

Seinsta krím-farsótt í heiminum var svínakrímið í 2009. Færri fólk doyðu av tí enn stúrt varð fyri, serliga tí fleiri eldri fólk høvdu nakað av mótstøðuføri móti tí, helst tí tað líktist øðrum krím-virusum, sum hava gjørt um seg.

Fólk kunnu koppsetast fyri svínakrím. Nýggja krímvirusið, sum er funnið í Kina, líkist svínakrími, men er tó ikki heilt sama slag.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Credo: Hvussu skilmarka vit trúgv og vísind ?
113937
Leygardag 26. september
Eitt gimsteinamorð í París
113768
Leygardag 26. september
Brunsj við Hans Esbern Heinesen
113992
Leygardag 26. september
Jambalaja 260920
113988
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Drúgt sjónvarp
113851
Mikudag 23. september
Myndir fyri sologuitar eftir Kára Bæk
113720
Týsdag 22. september
Fótbóltur: Føroyar - Hvítarussland
113812
Mánadag 21. september
3-2
113751
Mánadag 21. september
Fridtjof 100 ár
113746